notícias musicais

top 13 artistas

top 13 musicas

Confira a Letra Lívsandin

Eivor Palsdottir

Lívsandin

Gøturnar í tínum dreymum
Smalka so líðandi
Skýma
Trappurnar í tínum tonkum
Føra teg niður
Soga
Stóðst tú ivandi í dimminum
Her er eitt far
Her er ein leið
Áræðið við tína bryggju
Letur seg upp
Og bíðar

Stóðst tú ivandi í dimminum
Her er eitt far
Her er ein leið
Áræðið við tína bryggju
Letur seg upp
Og bíðar

Viðurin í tínum vónum
Gevur seg slitin
Tognar
Brotini í tíni langtan
Leggja seg tung
Og hótta
Fert tú rekandi í myrkrinum
Her er ein lygt
Her er ein ætt
Lívsandin í tínum seglum
Spennir seg út
Og væntar

Fert tú rekandi í myrkrinum
Her er ein lygt
Her er ein ætt
Lívsandin í tínum seglum
Spennir seg út
Og væntar

Discografia